At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hon mátti koma. Bókin um Astrup. Og nú er hon her. Rithøvundurin Páll Holm Johannesen er blaðmaður og hevur undan hesari eisini skrivað bókina Tey sóu reytt. Víðgongdi vinstrivongurin í Føroyum 1962-1990 (2011) og ritstjórnað útgávuna Krossvegir. Essay-savn um átrúnað og politikk í 2007 saman við Heina í Skorini.

Gløgt er sum kunnugt gestsins eyga, og tá ið tvær siðmentanir bresta saman, øðrumegin tann heiðurliga danska, her umboðað av Jørn Astrup Hansen, sum verður sendur til Føroyar, tá landið enn einaferð ók á knøunum, og hinumegin tann óstýriliga føroyska, tá er úrslitið givið. Vit kenna tað frá Asterix og Obelix, teir báðir gallararnir, sum góvu rómverska stórveldinum ganir. Og hvør minnist ikki prestin Peder Børresen í skaldsøguni Det gode håb hjá William Heinesen, sum er um at koma í rasshaft av fávitskutum føroyingum og eini muturspiltari mest danskari klerka- og embætisstætt. Tað er av sonnum ein nívandi løta hjá prestinum, tá ið hann umsíðir má ásanna, at hann hevur mist alt álit á yvirvøldini.

Og hetta er áleið sama upplivingin, sum Astrup fær av Føroyum, tá ið hann 1. januar 1993 kemur higar at rudda upp í Sjóvinnubankanum, sum var farin á húsagang á sjálvum 60 ára degnum 6. oktober 1992. Tí føroyingum bjóðar tú ikki av á heimavølli, allarminst um tú ert útlendingur.

Bókin snýr seg ikki so nógv um royndirnar at bjarga bankanum og føroyskum vinnulívi, men heldur meira um, hvussu Astrup má læra føroyingar, at bankavirksemi er ikki ein almannastova, sum hjálpir neyðstøddum. Og tí var tað uppliving við lít, tá ið ein heil bygd einaferð stóð inni á skrivstovuni hjá bankastjóranum við borgarstjóranum á odda við kravi um, at nú mátti bankin geva flakavirkinum lán, tí fólk vildu sleppa til arbeiðis. At virkið eisini skuldi bera seg, kom ongum til hugs. Tá var tað Astrup kom við kravinum, at verkætlanir skuldu vera ’bæredygtige’, sum síðan er blivið til buzzorð í Føroyum, tí nú tosa øll um burðardygd, ofta uttan reiðiliga at gera sær greitt, hvat orðið merkir.

Henda bókin um Astrup er ein lýsing av nógvum viðurskiftum í føroyska samfelagnum, sæð við hansara eygum. Lýsingin fer ikki altíð í dýptina, kanska tí at Astrup er tann typan sum heldur, at tað, hann førir fram, er so eyðsæð, at tað má ein og hvør idiotur kunna skilja.

Eitt, sum eg gjørdist varugur við, tá eg las bókina, var leikluturin hjá politisku skipanini, sum gjørdi lítið við at loysa átroðkandi vinnu- og samfelagstrupulleikar, men mest brúkti orku til at verja politisk fylgisneyt og persónlig ella lokalpolitisk áhugamál. Hetta máttloysið verður lýst við fleiri dømum í bókini. Hóast danskari og bankastjóri, so byrjar Astrup næstan beinanvegin at leggja seg út í kjakið um týðandi samfelagsmál, tað veri seg umsitingin ella manglandi umsitingin av fólksins ogn. Hann peikar á sjúkueyðkenni í høvuðsvinnuni.

Hann øtast um fámannaveldið, sum eins og í Ruslandi hevur veruliga valdið í landinum, meðan politiska skipanin skinklar, sum hann tekur til. Og tá tann annars smædni Astrup leggur seg út í kjakið, so er tað eitt slag av neyðverju, tí hann upplivdi ferð eftir ferð, at bankin varð gjørdur til syndabukk fyri nakað, sum tann veika politiska skipanin átti at taka sær av, men ikki fekk tikið sær um reiggj. Hann varnast eisini, at høvuðsvinnan er korporativt skipað, reiðarar og fiskimenn eru bókstaviliga í sama báti, so har er eingin áhugakonflikt. Fíggindin er hini.

Astrup spyr, hví tey lærdu ikki gera vart við seg í almenna kjakinum, tí tað eiga tey at gera afturfyri, at samfelagið hevur givið teimum eina góða útbúgving og serligar førleikar. Men tey tiga, tey flestu, og kanska ikki uttan grund. Stuttligt er tað annars, at Astrup eisini er tann, sum fekk jarðlagt ósiðin, at bløðini skuldu vera á tremur við dulnevndum lesarabrøvum. Sig so tað.

Tú fært annars varhugan av, tá ið tú lesur bókina, at bankastjórin er eitt sindur av einum skápsmarxisti, tí honum dámar ikki stóraktionerar, sum keypa partabrøv við læntum peningi, men vil heldur hava, at ein breiður ognarskari eigur avgerandi vinnutólini so sum bankar o.tl. Tað skapar undirtøku og ábyrgdarkenslu.

Og so er Astrup eisini romantikari og vil varðveita postverkið upp á tann gamla mátan. Men har er tíðin nokk ikki í hansara parti, og har vendist vist ikki aftur.

Tað er vert at leggja til merkis, at bankastjórin eisini er fullveldissinnaður, tí hann var sannførdur um, tá ið fullveldið var á skránni, at tað var rætt, at vit vildu standa á egnum beinum. Men hann heldur lítið um fullveldistilgongdina, tí tá vildu teir hava alt og fingu einki, og eftir standa vit við sama óloysta tjóðskaparspurningi, sum framvegis køvir alt veruligt politiskt kjak og politisk átøk her á landi. Men danskarar áttu sín lut í, at tað gekk so illa við hesum samráðingunum, og kann tað koma av, at danska stjórnin ”var snøgt sagt bæði móð og troytt av føroyingunum um aldarskiftið. Kendi seg eyðmýkta. Serliga bankamálið mundi vera henni ovboðið.”

Ríkisveitingin átti at minka í góðum tíðum, heldur Astrup, og kanska at verið økt, tá ið verri stóð til. Men at taka ímóti ríkisveiting og spara hana upp til at fíggja loysingina, tað heldur hann vera lítið virðiligt.

Í Búskaparráðnum hevur Astrup mælt til at avtaka sjómannafrádráttin og serligu fiskavirkisskipanina hjá ALS, og tí undrar tað ikki sørt, at hann dittar sær oman í Rotary at eta døgurða við tí betra slagnum. Stuttligt er eisini, at Astrup av tilvild verður boðin við á matstovu í Tivoli, tá ið keypararnir fara har at hátíðarhalda íslendskt fíggjaða keypið av sørvágstrolaranum Vesturvón. Tí Astrup dámar als ikki íslendsku innrásina, sum kom við íslendska bankanum Kaupthing. Tí hetta var vist ikki tað góða gamla varisliga bankavirksemið. Men øll vóru jú bergtikin, og hetta setti onnur í skammikrókin, men sum tikið til í danska sanginum: Det sku’ vær’ så godt, og så’ det faktisk skidt.

Jú, hetta er spennandi bók. Men hon er ikki spennandi allan vegin. Tað er í so nógv av knøppum vendingum í bókini, ið sum frá líður fær bankastjóran at ljóða ov nógv sum ein, sum altíð veit betur. Tað eru tí brot í bókini, sum ikki siga so nógv nýtt ella avgerandi. Bókin skuldi sambært innganginum vera lættlisin, og tað er hon, kanska burtursæð frá 11. kapitli, sum Astrup sjálvur skrivar um skattamálið hjá Eik. Tað virkar eitt sindur klínt uppí. Tað er alt ov langt, tí vit fata poengið nokkso skjótt. Tað virkar sum er rithøvundurin tikin av ræði.

Tað løgnasta er, at hóast vit høvdu bankakreppu fyrst í 1990’unum, so fingu vit guðsdoy bankaskrædl aftur í 2010. Og Astrup varskógvaði um hetta, so tað ikki gjørdist til eina ólukku fyri landið. Tann søgan, tá ið bankin varð bjargaður, er stuttlig, tí hon er líka surrealistisk, sum nógv av tí, Salvador Dali málar. Hvussu Føroyar fingu ein banka aftur fyri næstan einki, og at hesin skuldi enda sum ogn hjá TF Holding, sum Astrup hevur lítið gott at siga um, tað er og verður gátuført. Og tá so skattamálið kemur aftrat, tá er bikarið vist meir enn á tremur.

Eg helt annars ikki, at eg fekk so nógv nýtt at vita um persónin Astrup, men hann hevur eisini verið meir alment frammi enn tey flestu.

Kanska er henda bókin ikki allur sannleikin um Føroyar, og tað skuldi hon heldur ikki vera, men hetta er undirhaldandi og viðkomandi sannleiki, og var tað ikki eitt land, tað snúði seg um, so flenti tú í kíki, meðan tú las. So er bara eftir at spyrja, um nakað er broytt?

Erhard Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo