Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Talið av umsóknum er 563, ið er 184 fleiri enn í fjør. Nýggjar útbúgvingar eru ein partur av orsøkini.

Umsøkjaratalið til hægri lestur á Fróðskaparsetrinum er støðugt vaksið seinnu árini. Fríggjakvøldið á midnátt var seinasta freist at søkja til komandi lestrarár, og ongantíð áður hevur áhugin fyri at lesa á Setrinum verið so stórur sum nú.

Umsøkjaratalið slær øll met. Í ár hava tilsamans 563 søkt um upptøku, hetta er munandi meira enn metárið í fjør, tá 379 søktu um upptøku.

Setrið arbeiðir støðugt við at menna nýggjar útbúgvingar. Í ár bjóðar Setrið á fyrsta sinni út hjánám í støddfrøði, bachelor í búskaparfrøði og master í fólkaheilsu, og tilsamans eru 101 umsøkjarar til hesar útbúgvingar.

Fyrisitingin fer nú undir at viðgera umsóknirnar. Boð um upptøku verða send í seinasta lagi mikudagin 20. juli 2016.

Kynsbýtið millum umsøkjararnar til bachelorútbúgvingarnar umframt hjánám er 36% menn og 64% kvinnur, sum er 170 menn og 302 kvinnur. Av hesum hava tilsamans 295 søkt umvegis kvotu 1 og 177 umvegis kvotu 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo