At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvussu heldur tú, at umstøðurnar til ferðavinnu kunnu gerast betri og til gagns fyri bæði íbúgvar og vitjandi?

Tórshavnar kommuna vil, saman við Visit Tórshavn og Landsverk, betra um umstøðurnar til ferðavinnu í Kirkjubø, til gagns fyri bæði íbúgvar og vitjandi í bygdini. Ymiskar verkætlanir eru ávegis. Eitt nú ætlar Landsverk at bøta um landsvegin til bygdina. Eisini arbeiða Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn við at skipa betri parkering v.m.

Áðrenn hesar verkætlanir verða fyrireikaðar, er neyðugt at fáa at vita frá fastbúgvandi og fólki við tilknýti til bygdina um verandi umstøður og viðurskifti, ið tey meta hava týdning. Endamálið við hesum er at tryggja, at verkætlanirnar verða til gagns fyri allar partar.

Ætlanin var at bjóða inn til fundar í apríl, so borgarar kundu geva sítt íkast til ætlanirnar. Hesin mátti tó avlýsast vegna smittuvanda ísv. korona. Tí eru stig tikin til at gera hesa talgildu kanningina um umstøður til ferðavinnu í Kirkjubø, so arbeiðið at menna bygdina ikki steðgar.

Tak lut í kanningini umvegis hetta leinki: https://app.maptionnaire.com/da/8476/

Best er at nýta telduna til kanningina og ikki fartelefonina.

Kanningin snýr seg um:
o landsvegin til Kirkjubøar
o ferðslu- og parkeringsviðurskifti í bygdini
o uttandura uppihaldsstøð til ferðafólk
o bygdagøtuna
o yvirskipað um umstøðurnar til ferðavinnu o.a. í bygdini. 

Øll, sum búgva ella hava eitthvørt tilknýti til bygdina, eru vælkomin at svara hesum spurnarblaði. Kanningin er dulnevnd.

Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn eru kunnug um ognarviðurskifti og serligu viðurskiftini, Kirkjubøur hevur sum fremsta fornminni í Føroyum. Allar ætlanir verða tí gjørdar í samráð við viðkomandi partar, eigarar, festarar og avvarðandi forn- og friðingarmyndugleikar.

Um ivamál eru, ber til at skriva ella ringja til: Hallu Áargarð, hallaar@torshavn.fo,
tlf. 220485 ella Maritu Svartá, maritas@torshavn.fo, tlf. 260459

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo