Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Í dag, 27. oktober 2015, varð sáttmáli undirskrivaður viðv íkjandi arbeiðinum at umvæla og dagføra ellis- og røktarheimið á Sýnini í Miðvági.

Vegna Sørvágs kommunu og Vága kommunu skrivaði formaðurin íbygginevndini, Jóhannes Ellefsen, undir. Bygginevndin hevur byggiharraleiklutin í verkætlanini og í bygginevndini eru 2 umboð fyri hvørja kommunu. Hesir eru Jóhannes Ellefsen (form.), Dánjal Thomsen, Jákup á Stongum og Hendrik T. Olsen.

Arbeiðið varð boðið út í fakentreprisur og sjey ymsirarbeiðstakarar koma at gera arbeiðið. Hesir eru: Búsetur (bygningsarbeiði),Múraravirkið Regin Joensen (múraraarbeiði), EL.FO (el- og kt-innleggingar), Klima.fo(automasjónsarbeiði), RenoVent Sp/f (hvs- og ventilatiónsarbeiði), Gólv Sp/f(gólvarbeiði) og Málarin Sp/f (málaraarbeiði).

Arbeiðið umfatar umvæling av klimaskermi, umframt installatiónum og yvirflatum í stórum parti av bygninginum. Harumframt verða smærri dagføringar eisini gjørdar.

Kostnaðurin er mettur til 36,5 mill, harav 31,5 mill eru stuðul og lán frá landinum.

Arbeiðið verður væntandi liðugt í viku 49 í 2016.

Her eru fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo