Ungar konur eru fyri gamlar menn sum harðar nøtur fyri brendar tenn
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Uttanríkis- og Mentamálaráðið: Í januar letur stór føroysk myndlistaframsýning upp í Paris við verkum eftir Hansinu Iversen, Rannvu Kunoy, Zacharias Heinesen og Ingálv av Reyni. Framsýningin verður í hølunum Le Bicolore í La Maison du Danemark á Champs-Élysées.

Framsýningin ber heitið ”Un éclat de soleil”, ið er bygt á sálmin hjá Kingo "Sum ígjøgnum sortar skíggja, kemur fram hin gylta sól".

Sólarljósið í útnorðri hevur ein serstakan og týðandi leiklut í føroyskari myndlist. Evnið í framsýningini er ljósið í føroyskum málningum, ið bæði eru figurativir og abstraktir. Samstundis lýsa verkini og framsýningin eina gongd gjøgnum føroyska myndlistasøgu í 20. og 21. øld.

Kinna Poulsen er kurator fyri framsýningini, ið er hin fyrsta serføroyska listaframsýningin í Paris. Framsýningin verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum, donsku sendistovuni í Paris og La Maison du Danemark í samstarvi við Listasavn Føroya. Framsýningin letur upp 13. januar og er opin fram til 13. mars 2022. Meira kunning um framsýningina er at finna á heimasíðuni www.lebicolore.dk (á fronskum).

Málningin omanfyri hevur Hansina Iversen málað.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo