Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF hevur avgjørt at avlýsa ætlaðu venjingarlegurnar hjá U15- og U17-gentunum, sum í næstum skuldu verða í Danmark - Mynd: FSF/Bjarni Enghamar

FSF hevur avgjørt at avlýsa ætlaðu venjingarlegurnar hjá U15- og U17-gentunum, sum í næstum skuldu verða í Danmark - Mynd: FSF/Bjarni Enghamar

FSF hevur avgjørt at avlýsa ætlaðu venjingarlegurnar hjá U15- og U17-gentunum, sum í næstum skuldu verða í Danmark - Mynd: FSF/Bjarni Enghamar

FSF: Um alt gekk sína vanligu gongd, og skráin hjá ungdómslandsliðunum varð fylgd, so skuldu U15- og U17-landsliðini við gentum farið við flogfarinum tíðliga mikumorgunin við kós ímóti Keypmannahavn, og har vera á venjingarlegu í eina góða viku.

Men enn einaferð hevur korona gjørt um seg, og farna hósdag varð avgerð tikin um at avlýsa venjingalegurnar hjá gentulandsliðnum, sum skuldu verða í Danmark í næstum.

– Tað harmar okkum sjálvandi almikið, at hetta ikki kundi blíva til nakað. Men vit ynskja ikki at seta nakran í eina keðiliga støðu, ið koronafarsóttin møguliga kann hava við sær. Tí hava vit valt at avlýsa ferðirnar til Danmarkar hesaferð, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Spurdur, hvussu verður við EM-undankappingunum í heyst, sigur aðalskrivarin, at í vikuni hevur videofundur verið við UEFA, og har bleiv kunnað um, at tað er nógv, ið bendir á, at EM-undankappingarnar hjá yngru landsliðunum í ár verða avlýstar.

– Sum tað sær út nú, so verða kappingarnar hjá A-landsliðunum hjá monnum og kvinnum avgreiddar sum ætlað, og tað sama verður við kappingini hjá U21. Men støðan broytist mestsum alla tíðina, so hetta kann eisini verða broytt innan stutta tíð, sigur Virgar Hvidbro.

Sambært landsliðsskránni fyri í ár spælir U21 EM-undankappingardyst mikudagin 2. september, A-landsliðið við monnum spælir fyrsta dystin í UEFA Nations League tann 3. september, og kvinnurnar spæla EM-undankappingardyst fríggjadagin 18. september.

Landsliðsskráin 2020 sæst HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo