Í morgun, hósdagin 9. juni, verður fundur millum Jenis av Rana, landsstýrismann, og Morten Bødskov, verjumálaráðharra Danmarkar.
Fundurin verður í Tinganesi klokkan 10.
Stutt eftir klokkan 10 verður semja undirskrivað um fortreytirnar fyri at seta upp lofteftirlitsradara í Føroyum, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið í fráboðan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo