Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen

Nú er koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin og skjótt verður koyrandi ígjøgnum Sandoyartunnilin. Hetta eru stór framstig, sum allir føroyingar gleðast um. Føroyar eru við hesum tunlum blivnar so ”lítlar” og er so nógv lættari at ferðast í stórum parti av landinum.

Hugstoytt er tó at hoyra, hvussu fólk klaga um, at tað kostar at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Tað kostar 20 kr báðar vegir – ella 10 kr annan vegin.

– Um 4 fólk eru í bilinum kostar tað 5 kr báðar vegir fyri hvønn – ella 2½ kr annan vegin fyri hvønn.

Hvørji lyfti ið vóru givin ella ikki, at tað skuldi verða gratis at koyra í hesum báðum tunlum, kann vera líka mikið!

- Men, at vágafólk og norðoyingar klaga um hetta gjald, tað gongur yvir allan forstand hjá mongum føroyingum og serliga hjá okkum í Suðuroynni.

Dýrari er í Eysturoyartunlinum, kr 75 annan vegin ella 150 báðar vegir. Hetta er eitt gott samband, men tað kostar ikki so lítið, um ein skal koyra dagliga har. Tað hevði nú verið gott, um hetta gjald kundi farið nakað niður.

Men, hvat við Suðuroyartunlinum? Er tað veruliga so galið, sum tað frættist nú um dagarnar, at hann er útsettur?

– Hvat hugsa teir fyri sær, sum stýra landi okkara?

– Hvar er samstarvið ímillum Suðuroyarpolitikararnar um hetta mál?

– Er heldur eingin politikari norðanfjørðs, sum roknar Suðuroynna verda ein tunnil og sum ein part av Føroyum?

Skulu vit halda fram við farleið okkara, meðan øll onnur norðanfjørðs kunnu koyra ímillum, nær tey vilja?

Hava fólk norðanfjørðs eitt lítið ørindi onkustaðni, ja, so kunnu tey seta seg í bilin og eftir stuttari løtu avgreiða viðurskifti síni og sleppa heim aftur beinan vegin.

Vit her suðuri skulu leggja tíðina væl til rættis. Vit skulu upp á hálvari nátt og sleppa kanska ikki suður aftur fyrr enn seint á kvøldi. Kostnaðurin fyri hvønn uttan bil er 80 kr og við bili 225 kr. Eru 4 vaksin fólk í bilinum, so er kostnaðurin fyri øll 465 kr báðar vegir.

– Skilja fólk norðanfjørðs ikki, at tað fellir okkum fyri bróstið at hoyra grenjið um kostnaðin í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum?!

Góðu vágamenn og í norðoyingar – kunnu tit ikki gevast við at klaga um hetta láturliga tunnilsgjald og heldur verða glað um góða sambandið, ið tit hava?!

Er ikki slíkur hugburður stór skomm?

- Hetta tosið um gjald skundar í hvussu so er ikki undir ein tunnil til Suðuroynna.

So eru tað nøkur ið halda, at vit suðuroyingar ikki behøvast ein tunnil, men skulu bert hava nýtt skip. Tað er jú so hugnaligt at sita umborð og njóta túrin framvið vøkru oyggjum okkara!

– Jú, hetta er gott hjá teimum, sum kanska eina ferð um árið ferðast til Suðuroynna.

– Men hjá teimum, sum búgva her suðuri og arbeiða norðanfjørðs eru túrarnir um Suðuroyarfjørð á hávetri ikki stuttleikatúrar.

Og hví skulu suðuroyingar ikki hava sama møguleika sum fólk norðanfjørðs?

Hví skuldu eysturoyingar og norðoyingar fáa ein eyka møguleika at koyra, tá teir framman undan høvdu fast samband um brúnna við Streymin?

Áttu suðuroyingar ikki at fingið møguleikan fyrst, áðrenn Eysturoyartunnilin var boraður?

Tað er ein veruleiki, at um ungfólk skulu búseta seg her suðuri og arbeiða norðanfjørðs, at so mugu vit fáa ein tunnil sum skjótast. Fólkatalið her suðuri fær aldri sama møguleika at vaksa, um vit ikki fáa fast samband!

Tí vilja vit heita á alt okkara hávirda ting, bæði samgongu og andstøðu, um at bróta upp um armar.

Skipið soleiðis fyri, at alt forarbeiðið sum gerast skal, áðrenn tunnilsarbeiðið kann fara í gongd, verður framt sum skjótast, soleiðis at haldast kann fram at bora Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er skotin ígjøgnum.

Suðuroyingar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo