Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í sambandi við at Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur søkt um at friða náttúruna á Víkum í Vágum, verður skipað fyri undirskriftainnsavning.

Til ber at skriva seg á skrivið við at senda ein teldupost til fnu@fnu.fo, ella inni á facebooksíðuni Fyri friðing á Víkum, har tað ber til at skriva til boðklivan.

Stutt um málið: Økið á Víkum er eitt náttúruøki við ongari niðurseting, men har ætlanin er at leggja alivirksemi inni í víkini.

FNU heitti 19. september 2017 á lokalu friðingarnevndina um at friða økið á Víkum, tí vakra landslagið og staðbundna djóralívið eigur at vera vart frá ídnaði.

Svar er komið frá friðingarnevndini, sum metir, at tað ikki ber til at friða økið, har sum alingin skal vera. Umsóknin um friðing er nú farin víðari til Yvirfriðingarnevndina.

FNU hevur eisini kært loyvið at ala vesturi á Víkum grundað á, at umhvørvisgóðkenningin fyri Sørvágsfjørð verður brúkt sum grundarlag fyri loyvinum, hóast talan er um tvey ógvuliga ymisk øki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo