Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Skúlablaðið: - Eg síggi fyri mær, at fjarundirvísing kann verða nýtt meiri enn hon hevur verið í undirvísing av eldri næmingum, úr sjeynda flokki og eldri. Tá ið talan er um yngri næmingar, er tað torførari at hava fjarundirvísing. Tað er í øllum førum trupult at undirvísa í nýggjum tilfari í á netinum; tí verður tað nógv at taka uppaftur tilfar, sum lærarin hevur verið ígjøgnum saman við næmingunum. Næmingar eru eisini so sera ymiskt fyri. Í onkrum kanningum kemur fram, at næmingar, sum høvdu tað trupult frammanundan fakliga, fingu tað verri í fjarundirvísingini, meðan næmingar, sum eru væl fyri, klára seg kortini, tí teir hava yvirskot og kanska onkran at hjálpa sær, um tað stendur á.

Tóri Slættalið roknar við, at vit í framtíðini fara at síggja ymisk sløg av fjarundirvísing fyri eldri næmingum, til dømis bólkaarbeiði, breytaundirvísing, verkætlanarundirvísing og slíkt.

- Tað er hugsandi, at fjarundirvísing fer at verða brúkt sum eitt alternativ, sum ein annan máta at undirvísa tað sama, kanska tí hon gevur næminginum nakað annað enn vanlig undirvísing. Kanska fangar fjarundirvísing summar næmingar betur enn vanlig undirvísing. Summir skúlar verða á hvørjum ári noyddir at avlýsa undirvísing vegna vánaligt veður. Tað kann hugsast, at skúlar fara at brúka fjarundirvísing í staðin fyri at avlýsa. Tað er tó eingin ivi um, at í framtíðini fer fjarundirvísing at fylla meiri enn hon ger í dag. Nógv universitet brúka nógv fjarundirvísing, tað hava tey gjørt leingi, og óivað fara tey at brúka tað enn meiri, eisini tí at tað er bíligari. Tí hevur tað týdning, at næmingar læra at fáa undirvísing á netinum, og at teir fáa góða venjing í hesum. Eg rokni tó ikki við, at skúlar og universitet fara at hava fjarundirvísing burturav.

Sama hvussu nógv fjarundirvísing fer at fylla, so er umráðandi at gera sær greitt, at tað at undirvísa á netinum er øðrvísi enn at undirvísa í eini skúlastovu, og tí er átrokandi at seta førleikamenning í talgildari undirvísing á skránna.

- Skalt tú hugsa námsfrøði og nýskapandi, kreativar og øðrvísi undirvísingarhættir samstundis, skalt tú havt eitt stórt yvirskot og eina vitan um, hvussu tú skalt gera, og hvat riggar. Lærarar, sum undirvísa nógv á netinum, undirvísa á ávísan hátt, mangan í stuttum bitum, har okkurt verður miðlað, og mangan við onkrum ítøkiligum, har lagt verður upp til afturboðan frá teimum lesandi. Lærarar, sum hava nógvar royndir við fjarundirvísing, leggja seg eftir at gera tey lesandi virkin í undirvísingarstøðuni. Hvussu er og ikki, so krevst, at undirvísingin verður tillagað kunningartøknini og uppgávurnar somuleiðis. Tað er eingin ivi um, at tað krevur nógv av læraranum at undirvísa á netinum; teir skulu hugsa av nýggjum, hvussu teir leggja tilfarið fram fyri næmingarnar, og hvussu teir fáa næmingar virknar í undirvísingarstøðuni. Teir skulu lyfta undirvísingina, ikki broyta hana grundleggjandi, men hugsa nýggjar hættir og tilgongdir í undirvísingini. Óivað verður hetta tann størsta avbjóðingin, um vit skulu síggja fyri okkum, at talgild undirvísing skal fylla meiri. Eg ivist í, um vit fara at síggja nógv dømi um undirvísing, sum fer fram í skúlastovuni og á netinum í senn, tí hon krevur uppaftur meiri av bæði lærara og lesandi.

Les alla samrøðu við Tór Slættalíð í Skúlablað nr 1, 2021, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo