Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Hevur tú hug at royna teg í einum fjølbroyttum starvi innan undirvísingarverkið?

Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um øll økir, ið Undirvísingarstýrið varðar av. Arbeiðið er á einum høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Starvið er nýtt, so tú ert sjálvur við at menna og mynda starvið.

Høvuðsuppgávurnar verða:
• Løgfrøðilig ráðgeving innanhýsis, í teimum ymiskum eindunum í Undirvísingarstýrinum
• Løgfrøðilig ráðgeving og vegleiðing til leiðslurnar í fólka-, miðnám- og vinnuskúlum í starvfólka-, fyrisitingarrætti og regluverkinum á økinum
• Løgfrøðilig ráðgeving í samband við sáttmálar o.a. til KT-heildarætlanina fyri undirvísingarverkið
• At luttaka í lógarfyrireikandi arbeiði, ið Undirvísingarstýrið er partur av
• At skipa mannagongdir, vegleiðingar og eftirlitsuppgávur
• At taka lut í og viðgera viðkomandi fyrisitingarlig mál

Førleikakrøv:
Vit rokna við, at okkara nýggi starvsfelagi:
• hevur kandidatútbúgving sum cand. jur, cand.merc.jur ella samsvarandi
• hevur góð evni at samskifta í talu og skrift á føroyskum
• hevur góð samstarvsevni, er tænastusinnaður, er liðspælari og kann eisini arbeiða sjálvstøðugt

Setanarviðurskifti
Starvið verður lýst til setanar frá 1. mars 2021 ella skjótast tilber. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini og Løgmansskrivstovuna.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvum, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Undirvísingarstýrinum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2021 kl. 12.00.

Umsóknin verður stílað til:

Undirvísingarstýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 9
110 Tórshavn

ella við t-posti: undirvising(at)uvs.fo

Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú ringja til Hjalmar Hansen, stjóra, tlf. 555045.

Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum í undirvísingarverkinum. Umframt fólkamiðnáms- og vinnuskúlarnar, eru Studni, Musikskúlin og Vegleiðingarstovan partar av Undirvísingarstýrinum. Í Undirvísingarstýrinum starvast 22 fólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo