Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undran:
Tað undrar okkum, at Klaksvíkar kommuna aftur nú útsetir okkum fyri ekstremt skaðiligum larmi við at lata tvey av teimum fúlastu skipunum, BORIS SYROMYATNIKOV og ESTER, liggja beint við bústaðirnar hjá okkum. Serliga undrar tað okkum, at einki av tí, sum varð lovað okkum á fundinum 13. apríl í ár, við borgarstjóran og formannin í vinnunevndini, er hildið. Lovað varð, at so larmandi skip ikki skuldu leggjast í Norðhavnina. Fleiri ferðir áður hava býráðslimir lovað okkum, at tey ekstremt larmandi skipini ikki skulu koma aftur. Eisini varð lovað, at vit skuldu fáa kunning, men vit eru ikki kunnað um, at hesi skip fóru at koma.

Klaga:
Klagað verður um skipini, BORIS SYROMYATNIKOV og ESTER! Larmurin er øgiligur. Innandura er ein konstantur larmur á 40. dBa og 58 dBc.

Klagað verður í aðru atløgu um, at BORIS SYROMYATNIKOV varð lagdur í Norðhavnina longu klokkan 16 fríggjadagin, 23. apríl, hóast ikki varð byrjað at lossa fyrrenn í morgun. BORIS SYROMYATNIKOV hevur sostatt ligið við ógvusliga skaðandi larmi beint við hús okkara, uttan at nakað sum helst virksemið hevur verið umborð ella á landi.

Átala:
Vit átala, at Klaksvíkar kommuna, aftur og aftur, útsetir okkum, sum búgva við Norðhavnina fyri skaðiligan larm. Vit átala, at vit, hóast kanning er gjørd av Steingrund, sum vísir, at larmurin er øgiliga nógvur, blívur við at útseta okkum fyri ekstremum larmi. Vit átala vanvirðiligu viðferðina frá Klaksvíkar kommunu mótvegis okkum, sum her búgva.

Viðfest er kanningin hjá Steingrund Akustik, dagf. 27.07.2020, og áheitanin frá íbúgvum í Norðhavnini, dagf. 23.07.2020.

Vinarliga
Rúna Sivertsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo