Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Av og á koma fólk fram í miðlunum við boðskapinum um at vit, sum samfelag, eiga at taka ábyrgd. Hettar er sjálvandi at fegnast um.

Men í hesum sambandi renna vit okkum í eitt løgi fyribrygdi, sum sigst koma av okkara støðu í danska ríkinum.

Uppáhaldið er, at vit, sum partur í danska ríkinum, eru í einum ríkisfelagsskapið, sum gevur okkum nøkur amboð - nakrar knøttar - vit kunnu brúka til at suspandera ábyrgd og kristin-etisk virðir.

Um vit, sum samfelag, t.d.vilja sleppa undan at gjalda fyri umsorgan av okkara gomlu, sjúku og veiku, ja, so kunnu vit trýsta á ein av hesum undurfullu knøttum, og í somu løtu eru ábyrgd og kristin-etisk virðir suspanderaði - og vit kunnu við góðari samvitsku krevja pengar frá dønum til hesar útreiðslur.

Ynskja vit okkum eina viðalund, eitt mentanarhús, eina kirkju, varveiting av bygningum, skipum osfr., men ikki hava hug at gjalda fyri akkurát hettar (vit hava ikki "ráð", tí vit hava brúkt pengarnar til okkurt annað), so trýsta vit bara á ein ríkisfelagsskapsknøtt og øll ábyrgd og øll kristin-moralsk virðir eru burtur - og vit kunnu uttan at skammast fara niður í lummarnar á danska fólkinum eftir pengum.

Og nú koma vit til tað margháttligasta av øllum:

Tað kemur fyri at ein persónur, sum grundgevur fyri at vit eiga at taka ábyrgd, samstundis er stórbrúkari av hesum ábyrgdarniðurbrótandi knøttum og verjir sín rætt til at gera tað.

Og vit síggja eisini fólk, sum verða vald inn á ting upp á síni kristnu-moralsku virðir, brúka hesar kristiliga-moralskt niður brótandi knøttar.

Her má eg spyrja:

Hvussu kunnu hesi fólkini krevja ábyrgd og kristin-moralsk virðir av einum fólki, tá tey sjálvi ganga á odda fyri at niðurbróta ábyrgd og kristin-moralsk virðir???

Helst er talan um sálarklovning. So eg fari at heita á SVF um at samla nakrar av okkara hvassastu sálarfrøðiligu heilum í útvarpið ella sjónvarpið, fyri at vita um teir kunnu greiða hetta løgna fyribrygdið.

Kristoffur D. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo