Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Myndi: Ólavur Frederiksen

Myndi: Ólavur Frederiksen

Myndi: Ólavur Frederiksen

Ein millión djóra- og plantusløg eru í vanda fyri at verða týnd. Føroyskur ungdómur verður nú boðin at vera við til at gera nakað við tað.

Norðurlendskar ungdómsrøddir skulu hoyrast, tá ið Sameindu Tjóðir hittast til tess at verja heimsins lívmargfeldi. Føroyskar røddir eru eisini við. Boðskapurin frá teimum ungu verður borin fram á ST-fundi í Kina í oktober 2020. Men 24. januar 2020 er høvið hjá ungum í Føroyum at taka lut í hesum týdningarmikla kjaki.

Tá kunnu tey koma við á verkstovu, sum Umhvørvisstovan skipar fyri.

Verkstovan varar ein dag. Tey ungu læra um lívmargfeldi, støðuna í dag við hóttum djóra- og plantusløgum, arbeiðið hjá ST higartil og norðurlendska leiklutin. Kjak verður eftir hvørja framløgu, og til endans finna vit fram til kjarnuboðskapirnar hjá føroyska ungdóminum. Slíkar verkstovur vera í øllum Norðurlondum.

Sum framhald av verkstovunum í Norðurlondum verður ein norðurlendskur ungdómsfundur á hægsta stigi í februar 2020. Ein norðurlendsk ungdómssendinevnd fer síðani at leggja úrslitini frá kjakinum fram, tá ið londini hittast á ST-fundi í Kina at seta nýggj mál um lívmargfeldi.

Turið Horn fer eisini at halda eina stutta røðu um, hvat kommunan ætlar sær at gera fyri at varðveita lívmargfeldi. Hon fer at greiða frá, hvønn týdning ungdómsfelagsskapir, upprunafólk o.a. hava í hesum.

Tiltakið verður í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn 24. januar. Øll ung kunnu verða við. Einasta krav er, at lutttakararnir hava eina telefon ella teldu við til elektroniskar atkvøðugreiðslur. Eisini er nakað av tilfari at lesa, so øll eru fyrireikað, tá ið verkstovan byrjar. Tað kostar onki at luttaka.

Tilfarið at lesa finst her: : Saman fram ímóti eini altjóða avtalu um lív og fólk

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni: (Melda til her)

Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Sjúrð Hammer á Umhvørvisstovuni, sjurdurh@us.fo og tlf. 234348.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo