Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eftir nýggju boðunum frá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi Corona, so vilja vit í Unga Tjóðveldinum bara siga takk!

Stóra takk til øll tykkum, sum komandi dagarnar ella vikurnar, fara at hava úr at gera til arbeiðis. Fleiri av teimum, sum koma at veita tær allar mest neyðugu uppgávurnar komandi tíðina; millum annað sjúkrarøktarfrøðingar, eldrarøktin, fólk sum starvast í almannaverkinum, tey í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, handilsfólk og journalistarnir, sum hava til uppgávu at upplýsa, kunna og ikki minst spyrja teir spurningar, sum vit øll ganga og hugsa um.

Fleiri av hesum størvunum eru tey, ið tjena minst í samfelagnum, men í slíkari støðu sum nú, er púra greitt, at hesi eru nøkur av teimum, sum hava størst virði í okkara samfelag – tað mugu vit eisini minnast, tá Corona er av

Eisini vilja vit takka teimum á privata arbeiðsmarknaðinum, sum taka ábyrgdarfullar avgerðir, so sum at stongja virkir og avmarka fólkaflutningin

Unga Tjóðveldið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo