Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tvøroyrar kommuna: Tvøroyrar kommuna víðkar um tilboðið í ungdómshúsinum, sum higartil, bert hevur havt opið mitt í viku, til nú eisini at umfata tilboð til ung í vikuskiftunum. Tilboðið í ungdómshúsinum er sjálvandi rúsfrítt.

Tvøroyrar býráð hevur samtykt, at avgreiðsluhølið á Sjógøtu 2, har Posta fyri stuttum er flutt út úr, skal gerast partur av rúsfríum virksemi fyri ungdómin.

Tvøroyrar kommuna keypti í januar 2019 eystari helvt av posta- og bankabygningin, sum framhaldandi hýsir BankNordik, Postavgreiðslu, og Føroya Eftirskúla og nú verður, umframt hetta, eisini rúsfrítt tilboð til ungdómin í bygninginum.

Ungdómshúsið hevur hildið til á havnalagnum í Pakkhús 4, sum er eitt av fyrrverandi gomlu pakkhúsunum hjá T. F. Thomsen. Her hevur í nógv ár verið skipað fyri tilboðum fyri børnum og ungum mitt í viku, eftir skúlatíð. Nú er gjørt av at víðka um tilboðini fyri eldra bólkin av ungdóminum.

Arthur Djurhuus Poulsen, er settur sum leiðari av ungdómshúsinum, har hann byrjar 1. mars. Arthur er sera spentur at fara til verka og ætlar hann, saman við starvsfólkunum í ungdómshúsinum og teimum størru børnunum, at gera smávegis dagføringar á Pakkhús 4, sum hann vónar kann lata upp alment seinni í hesi vikuni.

Arbeiðið at tillaga hølini í Posta- og bankabygninginum á Sjógøtu 2 verður neyvan liðugt fyrr enn seinni í vár. Hølini skulu umvælast og broytast, og innbúgv, og annað tílíkt, skal keypast, soleiðis at vit fáa ment eitt skapandi og gevandi umhvørvi, har ungdómurin trívist.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo