Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrsta ungdómsráðið í Eiðis kommunu: Tove, Ella, Ári, Viktoria, Fríða, Klára Døgg og Anita.

Fyrsta ungdómsráðið í Eiðis kommunu: Tove, Ella, Ári, Viktoria, Fríða, Klára Døgg og Anita.

Eiðis kommuna raðfestir ungdómin. Í hesum sambandi er eitt ungdómsráð valt, sum skal verða eitt millumlið millum bygdaráðið og tey ungu í kommununi. Í ungdómsráðnum eru ung úr 6. flokki og upp til 10. flokk. Harafturat eru tvey umboð fyri bygdaráðið.

Ungdómshús
Í næstum letur Eiðis kommuna upp eitt ungdómshús, sum fer at húsast í sama bygningi sum frítíðarskúlin. Ungdómstilboðið er ætlað ungum frá 4. flokki og upp til 10. flokk.

Tað verða Jónfríð Jóanesarson og Hans Olivur Joensen, sum koma at taka sær av ungdómshúsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo