Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Leygarkvøldið 2. juni letur nýtt ungdómshús upp á Argjahamri, og tað skal sjálvandi hátíðarhaldast við einum braki! Spildurnýggja virksemið heldur til í skúlanum á Argjahamri, og bjóðað verður vælkomin kl. 19, tá dyrnar lata upp.

Kl. 19.30 heldur Gunnvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini, røðu, og ung bera fram heilsu. Navnframu Danny and the Veetos koma at spæla, meðan Bárður Dal Christiansen málar málning/skelti og harvið avdúkar navnið á staðnum.

Í sambandi við nýggja ungdómstilboðið, er navnakapping útskrivað, og freistin at lata inn uppskot er sunnukvøldið 27. mai á midnátt.

Eftir tiltøkini á pallinum, bjóða tey ókeypis hot dogs, kaffi/the og okkurt lekkurt omaná. Høvið er at síggja ymisku “pallarnar”/staðsetingina, har tey ungu fara at ferðast. Og gjøgnum kvøldið framføra ung ymiskt í ymsu hølunum og ein DJ fer at spæla feitan tónleik.

Millum annað eru fleiri teldur til gaming, stuttlig borðspøl, møguleika fyri at skateboarda, gera parkour og mangt annað. So tað er bara at leggja leiðina framvið og forvitnast leygarkvøldið. Øll eru hjartaliga vælkomin, ung sum eldri!

Skrá:
Kl. 19 Dyrnar lata upp
Kl. 19.30 Vælkomin og røður
Kl. 19.45 Danny and the Veetos
Kl. 20.30 Navnið verður avdúkað
Kl. 20.35 Opið hús

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo