Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið hevur um vikuskiftið arbeitt við einum máli um sonevnda "happy slapping".

- Tað er tá nøkur taka seg saman og útvelja sær eitt offur, oftani onkur púra ókendur og ósekur, og gera hesum ónáðir ímeðan tey filma hendingina so tey aftaná kunnu breggja sær av tí fyri øðrum, greiðir vakthavandi á politigarðinum í Havn frá.

Ein 16 ára gamal unglingi endaði á skaðastovuni við heilasjálvta og fleiri snuddum eftir eina slíka hending um vikuskiftið.

- Hann hevur greitt okkum frá, at hann kendi ikki álopsmenninar. Vit vita hvør var við, tí vit hava upptøkurnar á telefonunum, sigur vakthavanndi. Teir vóru einir 8 sum lupu á, allir 15-16 ára gamlir.

Í slíkum førum, tá talan er um so ungt fólk, er talan um eitt mál, har barnaverndin eisini er uppií.

- Men hetta fer ikki afturvið borðinum uttan nakað, tí vit taka slíkan ómotiveraðan harðskap í størsta álvara, og tað er eisini skerpandi umstøður, at teir taka tað upp á film at vísa fram, sigur vakthavandi.

Umframt hetta málið vóru eisini tvey mál um brot á skilhaldsreglurnar hjá politinum, umframt nøkur ferðsluóhapp, tó bert við materiellum skaða.

Eisini er eitt mál um herverk á ein bil í Havn. Tann sum framdi herverkið hevði tó okkurt á staðnum sum gjørdi, at tað bar til at eyðmerkja hann, og tí heldu politiið seg vita, hvør framdi herverkið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo