Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna fer nú undir nýtt tiltak við heitinum »Ungt Summar«, ið er ætlað ungdómum í kommununi í aldrinum 13-15 ár.

Ungt Summar hevur til endamáls at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivnað millum tey ungu í summarfrítíðini. Hetta verður gjørt við ymsum verkstovum, sum vera á leið tríggjar dagar til longdar.

Verkstovurnar eru ymiskar; alt frá kreativum verkstovum til verkstovur úti í náttúruni. Til hvørja verkstovu verður ein verkstovuleiðari, sum leggur lag á og skipar innihaldið.

Í sambandi við, at tað einki Ung í arbeiði verður í ár, samtykti trivnaðarnevndin í apríl at royna nýtt tilboð ásannandi, at summarfrítíðin hjá teim ungu er long.

Haraftrat vil Tórshavnar kommuna skapa fjølbroyttar møguleikar, soleiðis at tey ungu kunnu dyrka teirra áhugamál ella fáa íblástur til nýggj áhugamál, samstundis sum tey ungu skapa nýggjar felagsskapir.

Ungt Summar byrjar í aðru viku í juli og varir á leið fram til ólavsøku. Verkstovurnar verða fyri tað mesta frá kl. 11-15.

Nærri upplýsingar um verkstovur, tíðarætlan, tilmelding v.m. verða lagdar út á torshavn.fo áðrenn mánaðarskiftið, so vitjið javnan heimasíðuna hjá Tórshavnar Kommunu næstu dagarnar, um hetta er nakað, ið hevur tykkara áhuga.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo