Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ungt Virki er eitt tilboð til allar miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika og hvussu tey fáa hesar út á marknaðin.

Í ár luttaka heili 12 bólkar við tilsamans 47 næmingum, sum koma frá Tekniska Skúla í Klaksvík og Glasi í Tórshavn. Tey ungu hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat hava tey fingið royndir í, hvat skal til fyri at stovna og reka egna fyritøku.

Í 2020 varð endaliga tiltakið hildið á netinum og í ár er støðan ta betur og tiltakið verður tí aftur á Torginum í SMS. Tiltakið byrjar kl. 10 og endar kl. 16, tá vinnarin verður kosin.

Ungt Virki skipar á hvørjum ári fyri íverksetaratiltøkum á føroysku miðnámsskúlunum í samstarvi við m.a Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Betri, Vinnuhúsið, Íverksetarahúsið, Hugskotið, Fróðskaparsetrið, SMS, vinnulívið og miðnámsskúlar. Næmingarnir hava fingið ráðgeving frá Betri, Íverksetarahúsinum og Hugskotinum, og hava harumframt fingið fíggjarligan stuðul frá Betri.

Tað verða 7 dómarar úr føroyska vinnulívinum, sum koma at meta um hugskotini og geva bólkunum afturmeldingar um teirra hugskot og framløgur.

Menna næmingar til framtíðar størv
Kanningar vísa, at næmingar, sum fáa undirvísing í nýskapan og íverksetan gleðast um at ganga í skúla og seta sær hægri mál fyri útbúgving og yrkisleið.

Harumframt kenna tey, at tey hava nakað at geva samfelagnum, og tey eru bjartskygdari um framtíðina. Tey menna fakligar, persónligar og sosialar førleikar, ið eru neyðugir fyri at megna framtíðar størv bæði sum íverksetar, leiðarar og starvsfólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo