Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ungi føroyingurin, Helgi Johannesen, er púra horvin í Keypmannahavn, og familjan leitar nú eftir honum.

Helgi Johannesenn kom saman við einum vinmanni til Keypmanahavnar frá Jamaica mikumorgunin kl. 0330. Teir løgdu seg síðan at sova í einari íbúð á Fredriksberg.

Helgi er ikki sæddur síðan hósmorguni kl. 0430 tá hann gekk einsamallur uttanfyri Laurits Betjent.

Har møtti hann einum føroyingi og segði at hann var á veg heim og at telefonin var útbrend. Helgi er tó ongantíð komin heim.

- Hansara fartelefon er sløkt og hann hevur ikki verið online á sosialum miðlum seinasta hálva annað døgnið.

Familjan heitir á øll um at deila hesi boðini og ynskir at hoyra frá onkrum, sum kanska veit okkurt um, hvar Helgi kann vera.

Boð um Helga kunnu ringjast til 566210 - 566262 - 262279 - 773020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo