Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nógv mundu ivast, tá tað herfyri varð sagt, at føroyingar kunnu rokna við at liva munandi styttri enn tey í grannalondunum. Søgan var grundað á eina nýggja frágreiðing frá Unicef, sum er barnafelagsskapurin undir ST.

Men nú hevur Unicef verið úti við eini umbering, tí tølini vóru skeiv.

Soleiðis kann til dømis eitt barn, borið í heim í Danmark í dag, ikki vænta at blíva yvir 102 ár. Tí rætta talið er smá 94 ár. Og Føroyar, sum vóru á listanum hjá Unicef, sum var fongdur við feilum, er nú tikið úr listanum.

Eisini fyri Sveis var talan um grefliga roknivillu. Har varð sagt, at nýføðingar nú kunnu rokna við at blíva yvir 116,4 ár. Á nýggja listanum stendur væntaði aldurin til at blíva 94,8 ár. Ein roknifeilur uppá 21,6 ár.

Allur tann rættaði listin sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo