Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar hevur havt aðalfund og góðkent ársfrásøgnina fyri 2021.

Inntøkan av bummgjøldum í Eysturoyartunlinum í 2021 var ”bert” 140 mió. kr.

Nú Eysturoyartunnilin er tikin í nýtslu er útveganarvirðið ásett til 1.812 mió. kr.

Av hesum eru umleið 270 mió. kr. rentur í byggitíðini.

Tunnilsfelagið skyldar 2,7 milliardir kr. í rentuberandi skuld.

Felagið hevur upptikið eitt lán uppá EUR 360.000 við eini fastari árligari rentu uppá 2,73%.

Tunnilsfelagið rindar sostatt umleið 200.000 kr. dagliga í rentu til lánveitaran, ella umleið 73 mió. kr. árliga.

Sostatt fer meira enn helmingurin av bummgjaldinum til rentugjøld.

Sandoyartunnilin varð við árslok 2021 bókaður til eitt virði uppá 936 mió. Men hesin tunnil er framvegis í gerð.

Tronga fíggjarstøðan stavar fyrst og fremst av, at tunlarnir kosta umleið tríggjar milliardir at bora, men løgtingið hevur einans játtað felagnum 400 mió. kr. í partapeningi.

Neyðugt varð tí við stórari lántøku og almennum veðhaldi fyri at verkætlanin kundi gjøgnumførast og tað sæst aftur í kapitalkostnaði og høgum bummgjøldum.

Dýra bummgjaldið er óivað orsøk til, at nógv færri bilar brúka tunnilin enn upprunaliga mett.

Nógv bendir tí á, at almenna veðhaldið noyðist at tryggja gjaldføri felagsins.

”Smærru” undirsjóvartunlarnir eru útgoldnir og hava ongan kapitalkostnað at stríðast við.

Bummgjaldið er munandi lægri enn í Eysturoyartunlinum.

Norðoyartunnilin og Vágatunnilin høvdu í 2021 inntøkur av bummgjøldum uppá ávikavist 17,8 mió. kr og 11,2 mió. kr.

Her er sostatt talan um smá tøl samanborið við Eysturoyartunnilin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo