Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

United Airlines upplýsti seint sunnukvøldið at felagið steðgar allari flúgving við Boeing-777 flogførum, sum hava sama slag motorar sum flogfarið, ið fekk trupulleikar í luftini og mátti neyðlenda í Denver.

Metallutir duttu niður yvir eitt bústaðarøki í Broomfield.

Flogferðslumyndugleikarnir í USA, FAA, siga at bløðini á Pratt & Whitney PW4000-motorunum skulu kannast nærri. Hesi bløðini verða bert brúkt á motorum til Boeing 777-flogfør, skrivar FAA í eini fráboðan sunnukvøldið.

United Airlines hevur 24 av hesum flogførum, sum nú eru tikin úr flúgving.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo