Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Manchester United-stuðlar hava ætlanir um at geva leiðsluni í felagnum eini greið boð um sína misnøgd.

Sambært Daily Mail so hava stuðlarnir leigað eitt flogfar sum skal brúkast undir útidystinum móti Burnley tann 2. september.

Miðilin skrivar at flogfarið skal vísa ein bannara við tekstinum «Ed Out - LUHG» og er tað ein protest móti stjóranum Ed Woodward og eigarunum. «LUHG» stendur fyri: Love United, Hate Glazers. 

Sambært Nettavisen.no er hetta fyrstu ferð United-fjeppar gera slíkt síðani 2014. Tá fleyg eitt flogfar við einum protestbannara móti táverandi venjaranum David Moyes yvir Old Trafford, tí stuðlarnir vildu hava skotan úr felagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo