Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Enska fótbóltssambandið hevur biðið Edinson Cavani um eina frágreiðing um orðing á Instagram sum fleiri halda var rasistisk, skrivar VG.

Eftir sigur í gjár, tá Cavani stútaði tvey av teimum trimum málunum hjá Manchester United í netið, var tað ein fjeppi sum ynskti honum til lukku við bragdinum.

«Gracias negrito», skrivaði Cavani sum svar á Instagram.

Og sambært enskum miðlum so kann MU-stjørnan fáa revsing fyri hesi orðini.

Fyri The Telegraph váttar enska fótbóltssambandið at Cavani er biðin um at koma við eini frágreiðing.

Bæði The Mirror og The Sun hava almannakunngjørt ein mynd av Instagram-innlegginum. Innleggið er síðan strikað, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo