Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Summi fólk tykjast hava tørv á at niðurgera alkoholfrítt øl. Tað verður samanborið við vatn, maltøl ella sodavatn. Alkoholfrítt øl verður snøgt sagt happað og ikki tikið fyri fult. Onkursvegna er tað inngrógvið millum manna, at øl = alkohol. Sigur tú øl, hugsa fólk alkohol, men gloyma, at øl eisini er nógv annað.

Tey tortrúnu – ”skeptikararnir” – halda veruliga, at øl einans er til, fyri at fólk kunnu drekka seg skít. Sum ein tortrúgvur segði um eitt ávíst ølmerki: ”Og tá tað kemur til (...), er alkoholið tann einasti ingrediensurin, fólk keypa sprøjtið fyri.” Hetta lýsir tíverri væl hugburðin hjá summum um hvat øl er og hvønn leiklut tað hevur í samfelagnum. Man skuldi viðhvørt trúð, at vit framvegis livdu í forboðstíðini...

Sannroyndin er, at alkoholfrítt øl er komið fyri at vera. Úrvalið er tó nakað soltið í Føroyum. Meðan eg skrivi hesar reglur, siti eg tó og njóti eina góða alkoholfría Erdinger í einum røttum Weißbier-glasi... sum tað sømir seg. At drekka øl er jú eisini ein spurningur um val av glasi. Rætta glasið og rætti hitin kunnu lyfta smakkin munandi – alt eftir hvat slag av øli talan er um.

Umframt Erdinger er ikki nógv alkoholfrítt øl at fáa. Meðalhampaøl sum Heineken, Carlsberg og Royal finnast viðhvørt í føroyskum handlum, men øgiliga nógvir handlar selja einki annað øl enn Maltøl, Ljóst Pilsnar og Organic Light. Hesi síðstnevndu innihalda 2,7% alkohol og eru tískil langt frá alkoholfrí.

Eisini ber til at fáa spennandi alkoholfrítt øl frá Mikkeller, tó at prísurin er rættiliga pipraður.

Nógvar grundir til at drekka alkoholfrítt øl
Hví er tørvur á alkoholfríum øli? Hví ikki bara drekka sodavatn, saft ella juice? Tey tortrúnu tykjast ikki skilja, at vit eru nøkur, ið dáma væl smakkin av øli. Vit eru nøkur, ið halda, at eleganti drykkurin smakkar væl í sær sjálvum og hóskar væl til góðan mat – serliga føroyskan mat. 

Á miðdegi ótu vit turran fisk, og hvat hóskar væl at drekka aftur við turrum fiski? Øl sjálvandi! Eg ætlaði ein fjalltúr eftir døgurða, so tí fekk eg mær sjálvandi eina alkoholfría øl. Eftir hetta kundi eg uttan at blunka seta meg í bilin, koyra út á Vík og ganga niðan á Gøtunestind. Eg kundi enntá saktans havt tikið nakrar dósir við mær av alkoholfríum øli og notið tær á túrinum.

Fremsta argumentið fyri alkoholfríum øli er, at tað ikki frátekur tær funktionalitet. Til ber at arbeiða, íðka, koyra bil, skriva lesarabrøv o.s.fr. eftir at hava drukkið alkoholfrítt øl. Til ber enntá at drekka alkoholfrítt øl í døgurðasteðginum á arbeiðsplássinum. Hevur tú grind og spik við í matpakkanum, so eru hvørki kaffi ella te sakin. Svarið er: alkoholfrítt øl.

Umframt hetta smakkar alkoholfrítt øl rættiliga væl nú á døgum. Trupult hevur verið hjá bryggjaríum at læra seg at taka alkoholið úr ølinum, uttan at smakkurin hvarv við. Nú á døgum megna nógv bryggjarí hetta rímiliga væl. Alkoholfrítt øl smakkar tí sum oftast næstan líka væl sum veruligt øl. Gaman í, har manglar eitt sindur ”magic touch”, men hóast hetta er talan um ein sera væl njótiligan drykk afturvið t.d. røstum kjøti, skerpikjøti, rullupylsu ella einum sterkum grýturætti.

Nógv brúka enntá alkoholfrítt øl sum ein ”sportsdrykk”. Carlsberg 0,0% reypar av at vera ”Low Cal” við sínum 60kj/100ml. Erdinger Alkoholfrei er útgjørd við einum bannara við hesum reypandi orðum: ”Isotonic, contains vitamins (B9, B12), reduced calories.” Ein køld alkoholfrí øl eftir ein góðan fjalltúr ella súklutúr er ein hóskandi løn afturfyri kropsliga stríðið.

Føroya Bjór og Okkara mugu taka seg um reiggj
Tað er upp á tíðina, at Føroya Bjór og Okkara byrja at framleiða alkoholfrítt øl. Hóast tey tortrúnu prædika afturhaldni, er alkoholfrítt øl ein framtíðarinnar vøra. Bæði í Europa og USA er alkoholfrítt øl vorðið fólkaogn. Sølan er rokin uppeftir seinastu árini. Nýmótans menniskju tíma ikki líka væl at ganga rúsað, men vilja hinvegin gjarna hava dygdargóðar drykkivørur.

Bert í Danmark er sølan av alkoholfríum øli fimmfaldað frá 2014 til 2019! Hesi tølini eru frá Bryggeriforeningen, ið metir, at sølan av alkoholfríum øli fer at vaksa munandi komandi árini*:

Vi tror på, at vi kun lige har set starten af et boom. Der kommer mere og mere på markedet, og det smager bedre. Alkoholfri øl er ikke længere kun pilsnerøl. Det kan være en mørk øl, eller sågar en porter eller julebryg.”

Bæði føroysku bryggjaríini eiga at leypa upp á hendan vognin og fáa part í hesum vøkstri: bæði fyri egnan vinning – men eisini fyri at geva okkum brúkarum eitt betri úrval, herundir møguleikan at ”velja føroyskt”.

Skuldi tað víst seg alt ov trupult hjá føroyskum bryggjaríum at framleiða alkoholfrítt øl, er ein millumloysn at framleiða øl við sera lágum alkoholinnihaldi. Kanska kundi Føroya Bjór roynt at ment sín Ljósa Pilsnara til ein Ultra-ljósan Pilsnara?

Undir øllum umstøðum hevði tað verið eitt frálíkt rák, um føroyingar fóru at drekka minni alkohol. Eg vil ikki prædika fráhald, men alkohol eigur at vera notið í smáum nøgdum – til serlig høvi. Tað er alt ov váðamikið at gera alkoholiskar drykkir til gerandiskost. Eitt er, at tað niðursetur funktionalitetin, men verri er, at tað við tíðini kann skapa bundinskap og misbrúk.

At enda skulu vit ikki gloyma, at nógv fólk eisini eru fráhaldsfólk antin av heilsuligum, hugsjónarligum ella átrúnaðarligum ávum. Hesi fólk eru ein stórur potentiellur marknaður í Føroyum.

Sámal Matras Kristiansen

* ”Salget af alkoholfri øl er femdoblet siden 2014”. Politiken 2. jan. 2020.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo