At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað var lagt upp til tað heilt stóra í dag, nú fiskur skuldi seljast á uppboðssøluni, men tá ið til stykkis kom, so vóru tað bara tvey feløg sum bjóðaðu.

Sum VP skilir so vóru tað bara JFK Trol fyri Gadus og Pf Jókin fyri Sjagaklett, sum góvu boð, meðan Faroe Origin var inni, men kom ongantíð við nøkrum boði, sum VP hevur skilt.

Fiskamarknaðurin skrivar á síni heimasíðu: Tað vóru 3 skrásettir boðsgevarir, ið hava luttikið í uppboðnum og ein keypari ið vann boðið.

Men sambært kelduni hjá VP, so er hetta ikki satt, tí tað vóru bert tveir boðsgevarar.

Uppboðssølan skuldi skipast, tí aðrir skuldu sleppa framat fólksins ogn, tað boðaðu teir stóru samgonguflokkarnir frá og vunnu valið við, tí sagt var, at fleiri vildi sleppa framat, men sluppu tað ikki fyri teimum sum fiskaðu kvoturnar og høvdu fingið alt "í posa og sekk".

Men uppboðssølan í dag vísti so ikki, at áhugin er serliga stórur, tá ið bert tveir bjóða.

Og um so var, at Pf Jókin ikki hevði boðið, so høvdu øll tonsini farið fyri minstaprís.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo