Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Team Rynkeby Føroyar er aftur í ár partur av stóru norðurlendsku innsamlingini av peningi til børn við krabba.

Í tí sambandi verður skipað fyri serligum tiltaki á torginum í SMS leygardagin 13. februar.

Fólk sleppa at royna at súkkla á serligu Rynkeby-súkklunum, sum hendan dagin verða settar upp í einum sonevndum heima-venjara á torginum.

”Rynkurnar”, sum er kelinavn fyri tey, sum hava, ella sum skulu súkkla til París, bjóða kaffi og køkur og svara spurningum, eins og nakrar framløgur eru á skránni.

Klokkan 13.30 fer Marianne Benzon Nielsen, stjóri í Børnecansergrunninum, at greiða frá krabbameini hjá børnum, eins og hon fer at fortelja hvat peningurin frá Team Rynkeby verður brúktur til.

Klokkan 14 fer heilsubólkurin hjá Team Rynkeby Føroyar at hava eina framløgu um fyrireikingarnar til túrin í ár.

Bússur standa frammi, so fólk kunnu stuðla innsamlingini. Føroyski peningurin, sum kemur inn, verður nærum allur brúktur í Føroyum.

Tó fer ein lítil partur til Børnecansergrunnin í Danmark, sum føroyingar eisini hava ágóða av.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo