Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Í 2001 vóru 16 blaðútgávur um vikuna. Tað árið var upplagið tilsamans 46.450 eintøk. Í 2006 var upplagið tað størsta nakrantíð á 50.700. Í 2008 fóru blaðútgávurnar og uppløgini at minka ógvisliga.

Blaðútgávurnar minkaðu niður í fimm. Í 2015 vóru upplagið komið niður 12.000 eintøk. Í 2021 vóru blaðútgávur bara fýra í tali og upplagið 11.500 eintøk.

Í 2001 hevði VikuBlaðið størsta upplagið av teimum átta bløðunum við 16.000 eintøkum.

Síðani Dimmalætting við 10.000 og Sosialurin við 7.300.

Av teimum 3 bløðunum, sum komu út í 2021, hevði Sosialurin størsta upplagið á 5.500 eintøk við tveimum útgávum um vikuna.

Dimmalætting og Norðlýsið høvdu eina útgávu hvør um vikuna og eitt upplag á 3.000 eintøk hvør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo