Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var gleðiligt at hoyra fyrst ein læknavísindaligan granskara og síðani landsstýrismannin í heilsumálum mæla til, at vit nú skulu skipa eitt føroyskt heilsustýri at samskipa og fyriskipa allar tær nógvu spjaddu eindirnar í okkara heilsuverki.

Tørvurin fyri hesum er blivin sjónligari fyri hvørt ár og ongantíð sum hetta síðsta árið við koronu.

Støðan er tann, at vit í dag hava eitt sundurpettað heilsuverk, har hvør einstakur stovnur ger sum hann vil innan fyri tað víðorðaða lógarverkið – men uttan nakrað felags yvirskipaða heilsupolitiska ætlan:

- Vit hava trý sjúkrahús, harí eitt sálarsjúkrahús, ið sjálvi hvørt sær gera av, hvat tey skulu fáast við og hvussu tey skulu raðfesta – hóast tey skulu eitast at hava ein felags forstjóra - men hann ger esini sum hann vil.

- Vit hava eina kommunulæknaskipan, ið onga heilsupolitiska leiðslu hevur. ið kann seta felags mál og raðfestingar, men einans eina nevnd í fakfelagnum hjá praktiserandi kommunulæknunum.

- Vit hava eina barnaheilsutænastu, Gigni, ið passar seg sjálvan við sínari egnu leiðslu, uttan formligt samband við heilsuverkið annars.

- Vit hava Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, ið sjálv ger av, hvat hon tekst við, og hvussu hon skipar sítt kliniska virksemi og fyri ein part eisini fíggjar sítt granskingarliga virksemi.

- Vit hava granskingarstovnin Ílegusavnið og Fargen-verkætlanina, ið eins og hinir stovnarnir gera sum tey halda vera best.

- Vit hava Fólkaheilsuráðið, ein skrivstova við nøkrum fáum starvsfólkum, ið gera tað sum ein nevnd við einum formanni gera av eftir teirra bestu hugsan.

- Vit hava eitt apoteksverk, ið eins og hinir er ein sjálvstøðugur stovnur ella fyritøka, ið innflytir, framleiðir og selir tann heilivág, sum hinir heilsuverkstovnarnir hava brúk fyri og fólk annars umbiðja.

Allar hesar spaddu eindirnar í heilsuverkinum ráða sær sjálvum, og millum teirra eru ongar sambindandi fyriskipanir, tíansheldur nøkur felags heilsupolitisk ætlan.

Allar hava tær hvør fyri seg bert eina yvirskipaða politiska leiðslu: tað er Heilsumálaráðið, ið er ein rein fyrisitingarlig lógar- og búsketttøknilig leiðsla – uttan nakrað heilsufakliga kompetansu.

Tað einasta, ið samanbindur føroyska heilsuverkið er tann samlaða játtanin, sum løgtingið veitir heilsuverkinum á síni árligu fíggjarlóg. Men tað er uttan nakrar yvirskipaðar heilsupolitiskar heildarætlanir, og lítið annað enn at leggja eitt sindur aftrat ella draga eitt sindur frá á teimum játtanum, sum stovnarnir eru vanir at fáa ár eftir ár.

- At enda hava vit so Landslæknaembætið, ein stovn heilt uttan fyri tað føroyska heilsuverkið, men sum vegna danska Heilsustýrið umsitur nakrar heilsupolitiskar uppgávur í Føroyum. So sum eftirlit við heilsustarvsfólkum og stovnum á heilsuøkinum, sjúkufyribyrging, sinnissjúkraviðurskifti, líkskoðan, vevnaðarflutning, euforiserandi evni, sjúklingarættindi og eftirgjørdan gitnað, umframt at gera eina stutta árliga frágreiðing um almennu heilsustøðuna í Føroyum, har tilfarið sum heild er endurgivið tilfar frá ymiskum føroyskum stovnum.

- Alt hetta eru uppgávur, sum føroyska heilsuverkið uttan hóvasták kann og eigur at átaka sær, tí førleikarnir til at røkja hesar uppgávurnar eru nógvar ferðir betri í føroyska heilsuverkinum enn í tí danska landslæknastovninum. Tó helst undantakið autorisatión, løggilding og eftirlit við heilsustarvsfólkum, sum kundi verið umbiðin framhaldandi at verið røkt av danska heilsustýrinum.

- Við einum føroyskum heilsustýri við heilsufakligum førleikum kunnu vit fáa allar tær spjaddu óg ósamanhangandi eindirnar í føroyska heilsuverkinum at virka saman sum ein heild eftir eini felags heilsupolitiskari ætlan. Eitt slíkt heilsustýri kann ráðgeva politiska myndugleikanum, um hvussu tær neyðugu heilsupolitisku málsetningarnir og raðfestingar eiga at vera, og hvussu vit kunnu fremja tær út frá fakligum kompetentum sjónarmiðum.

Hans Pauli Strøm, fyrrv. landsstýrismaður í heilsumálum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo