Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Býarbókasavnið: Mikudagin tann 19. juli, klokkan 16:00 skipar Býarbókasavnið fyri upplestri og samrøðu. Tey, sum fara at lesa upp eru: Anna Malan Jógvansdóttir, Rúni Weihe og Oddfríður Marni Rasmussen. Tey trý hava gingið á Rithøvundaskúlanum í Keypmannhavn. Hetta er fyrstu ferð, at tey trý lesa upp saman.

Fyrst fer Oddfríður at hava eina samrøðu við Annu Maluna og Rúna um at ganga á rithøvundaskúla. Síðani verður upplestur.

Anna Malan Jógvansdóttir hevur gingið eitt ár á Rithøvundaskúlanum, og hevur hon eitt ár eftir. Anna Malan hevur givið út eitt yrkingasavn Undirfloyma, sum hon myndprýddi sjálv.

Rúni Weihe hevur eisini gingið eitt ár á Rithøvundaskúlanum. Hann hevur givið út skaldsøguna, Mursejler.

Oddfríður M. Rasmussen gekk á Rithøvundaskúlanum frá 1998 til 2000. Hann hevur givið út 16 bøkur, 13 teirra eru yrkingasøvn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo