40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Kom við á ferð í báti, síg í bjørgunum ella flúgv við tyrluni yvir okkara vøkru oyggjar. Tað kanst tú nú við nýggjastu tøknini, “virtual reality”.

Fyri fyrstu ferð verður høvið at uppliva Virtual Reality í Føroyum. Føroyska orðsetingin fyri Virtual Reality er Tykisheimur, sum SMS hevur valt at kalla hetta tiltakið.

Við serstøkum brillum verður tú førd/ur inn í ein annan heim, sum gevur tær ta kenslu, at tú í veruleikanum ert á staðnum. Tú kanst hyggja rundan um teg í 360 stigum og fáa allar vinklar og smálutir við.

Ein av heimsins fremstu fyritøkum innan tøknina, Khora VR, kemur at hava framsýning á torginum í SMS í døgunum 18. - 23. juli, har tú hevur møguleika at fáa hesa spennandi upplivingina – og tað er heilt ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo