40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nýggi stjórin á Landsverki, ið tók við á heysti 2019, hevði eina bundna uppgávu frá táverandi landsstýrismanni í samferðslumálum um at endurskoða tilverugrundarlagið hjá stovninum. Politiska ynskið var fyrst og fremst, at tryggja holla og trygga stýring av verkætlanum, og var hetta ynskið grundað á vantandi skipan og stýring av fleiri stóru verkætlanum seinastu árini.

Í hesari bundnu uppgavu lá í sjálvum sær ikki nakað krav um sparingar. Niðurstøðan kundi eins væl verið at víst á góðar grundir til at økja játtanina fyri at varðveita Landsverk sum ein vitanarstovnur, førur fyri at lyfta teimum mongu uppgávum, sum stovnurin varðar av, og fyri at venda gongdini tey seinastu mongu árini, sum hevur verið merkt av støðugt minkandi játtan til støðugt vaksandi tørv á viðlíkahald og endurgerð.

Stjórin hevur tó valt nýggja kósin hjá Landsverki at vera at nýta fleiri pengar til asfalt og minni til lønir - meiri sjónligt viðlíkahaldsarbeiði úti um landið og minni umsiting,

Akademikarafelag Føroya (AKF) kann staðfesta, at nýgga leiðslan hevur valt, at Landsverk skal fara frá at vera ein vitanarstovnur til at vera ein avgreiðslustovnur í og við, at umleið triðja hvørt vitanarstarv við kandidat-útbúgving nú er skorið burtur.

AKF viðurkennir, at tað er ábyrgdin og skyldan hjá einum stovnsleiðsla at lýsa og leggja tilrættis virksemið hjá stovninum. Tó harmast AKF um tilgongdina, sum er lýst fyri Landsverki í frágreiðingini “Landsverk 2020 – avbjóðingar og átøk”. Ein avleiðing vil væntandi verða, at týðandi og neyðugir fakligir førleikar hvørva, at fakliga støðið lækkar og at stovnurin at enda verður minni førur fyri at veita ráðum, stovnum og politisku skipanini holla og sakliga ráðgeving og at geva ráðgevum og arbeiðstakarum fullgott mótspæl.

Hóast starvsfólkahópurin er skerdur, vísir frágreiðingin ikki á ítøkilig dømi um, at arbeiðsmongdin á stovninum fer at minka. Leiðslan ætlar sær at umskipa bygnaðin, gera nýggjar raðfestingar og útveita uppaftur fleiri uppgávur. Útveiting fer sjálvsagt at flyta útreiðslur frá lønum til keyp av veitingum, men er í sjálvum sæð eingin trygd fyri sparingum. Eisini skal havast í huga, at tað krevur holla fakliga vitan at neyvlýsa útboð til veitarar.

Í miðlunum hevur verið víst til frágreiðingina, har grafar lýsa gongdina fyri ávikavíst lønarútreiðslur og fyri útreiðslur til asfaltering og vanligt hald. Leiðslan sær ógvisligi lønarvøksturin frá 2013 til 2018 sum høvuðstrupulleikan og orsøkin til, at tað gjørdist neyðugt at siga fólk úr starvi.

Í almennum miðli hevur verið víst á, at grafurin ikki vísir rættu myndina av býtinum av útreiðslum til ávv. umsiting og virksemi, heldur er støðan øvugt.

Miðilin vil vera við, at tað, sum verður borið fram, er villeiðandi og í summum førum ósatt.

Hetta er ein grov ákæra. Okkum kunnugt hevur Landsverk ikki víst ákæruni aftur.

Tá ræður um uppsagnirnar, sum stovnurin hevur framt, hevur handfaringin hjá leiðsluni verið heldur óhegnislig og fyri nøkur starvsfólk beinleiðis óvirðilig.

12 starvsfólk fingu ætlanarskriv um uppsøgn, harav 4 samstundis fingu tilboð um endursetan. Afturat hesum fara nøkur starvsfólk frá vegna aldur.

Í ætlanarskrivunum til umrøddu starvsfólkini um uppsøgn varð millum annað víst til umskipan, umraðfestingar, niðurlegging av størvum og minking av lønarútreiðslum, ið sambært leiðsluni skuldi koma viðlíkahaldinum til góðar.

Leiðslan á Landsverki varð gjørd varug við, at hesar grundgevingar vóru ikki fullgóðar. Eftirfylgjandi varð í uppsagnarskrivinum til starvsfólkini skrivað: ” Hóast játtanin ikki er skorin á fíggjarlógini fyri 2020, so er orsøkin til sparingarnar á skrivstovuni, at myndugleikin, sum varðar av stovninum, hevur ynskt, at stovnurin endurhugsar tilverugrundarlagið. Tí er einasta uppsagnargrund sparingar á skrivstovuni, og sostatt er talan um arbeiðsmangul.” Hetta var hent at vísa til, tí tilvísing til arbeiðsmangul krevur ikki útgreinaða grundgeving fyri uppsøgn av tí einstaka starvsfólkinum.

Tað hevði sømt seg fyri Landsverk at givið ein virðilig og sannførandi grundgeving fyri at siga fólk úr starvi, sum tey hava røkt fyri stovninum í mong ár.

Størvini, sum nøkur uppsøgd starvsfólk fingu bjóðað aftur, vóru als ikki lýst, sum tey eiga at vera sambært sáttmálanum og sambært almenna starvsfólkapolitikkinum, og AKF gjørdi leiðslan á Landsverki varug við hetta. Í einum skrivi til hesi starvsfólkini ásannar Landsverkleiðslan, at handfaringin hevur elvt til óneyðugar nógvar misskiljingar, óvissur og órógv, og uppsagnirnar vórðu tískil tiknar aftur, tó við fráboðan um, at málini, tað vil siga uppsagnarmálini, fóru at ganga umaftur.

Nú, knappar 8 vikur seinni, hevur Landsverk framvegis ikki latið við seg koma. Sostatt eru hesi starvsfólkini í einari ógreiðari og óvissari støðu, har tey hvørki kunnu kenna seg vera í føstum starvi ella í einari uppsagnartilgongd.

Hetta er óvanliga vánalig og óvirðilig starvsfólkaviðferð, sum sømir seg illa fyri ein almennan stovn.

Akademikarafelag Føroya
Ole Jensen, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo