Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Enn er óvist, hvørja lagnu uppskotið til løgtingslóg um broytingar í fólkaskúlalógini fær, nú landsstýriskvinnan, sum hevur evnað uppskotið, er farin úr starvi. Hoyringarfreistin var úti 23. januar.

Uppskotið leggur upp til 5 broytingar, sum heimild skal veitast til. Tað er heimild at áseta samstarvseindir í 10. flokki við minstamarki fyri næmingatali, at skipa samfelagsfrøði sum kravd lærugrein í 7.-9. flokki, at lækka tímatalið í 1.-9. flokki við 2 tveimum tímum um vikuna, at kommunur kunnu leggja smærri skúlar saman við einum størri skúla, og at enda at víðka verandi áseting, (grein 57, stk 10), so royndar- og menningarverkætlanir kunnu stuðlast.

Verður uppskotið at áseta samstarvseindir í 10. flokki við minstamarki fyri næmingatali samtykt, so fer tað at fáa avleiðingar fyri verandi samstarvseindir. Tað sigur Føroya Lærarafelag í hoyringarskrivi.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo