Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í løgtinginum liggur nú uppskot um foreldramyndugleika og samveru, hvørs endamál við hesi lóggávu er, í størri mun, at tryggja rættindini hjá barninum til bæði foreldrini.

Sambært § 7 í Barnarættindasáttmálin hjá ST stendur, at barni hevur rætt til at kenna og verða ansað av sínum foreldrum – tvs barni hevur rætt til bæði foreldrini.

Tað skuldi sostatt verði sjálvsagt, at byrjanarstøðið til samstarv millum tvey foreldur má vera, at tey eru javnsett frá byrjan, tað vil siga at foreldrini hava felags foreldramyndugleika.

Hyggja vit eftir § 7 í uppskotinum, so leggur man upp til at foreldur fáa sjálvvirkandi felags foreldramyndugleika, um tey hava búð saman í samanhangandi 10 mánaðir, áðrenn barnið varð føtt.

Hetta meti eg als ikki verða nøktandi, og stríðir hetta beinleiðis í mótið barnarættindasáttmálanum, sum Føroyar hava tikið undir við.

Tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at útgangstøði var, at foreldrini hava felags foreldramyndugleika, tá ið barnið verður føtt, og at tað skulu vera heilt serligar umstøður, sum gera, at foreldramyndugleikin verður tikin frá einum av foreldrunum.

Endamáli við hesum uppskotinum má sostatt verða, at barni í størri mun enn í dag, hevur rætt til at kenna og verða ansað av sínum foreldrum, tvs bæði mammuni og pápanum.

Um útgangstøði var, at foreldrini fingu felags foreldramyndugleika, so hevði hetta loyst upp fyri fleiri trupulleikum, har barni oftani av órøttum ikki far samveru við sín pápa.

Eg skal staðiliga heita á Løgtingið um at virka fyri, at vit nú tryggja rættin hjá barninum til bæði foreldrini.

Hugin Skaalum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo