Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uppskotið til samtyktar um "góða og ókeypis atgongd hjá borgarum at taka pening úr peningastovni" fall á tingfundinum seinnapartin.

Tað var væntandi, tí meirilutin í Vinnunevnini (Johan Dahl, Beinir Johannesen, Jákup Mikkelsen og Bjarni K. Petersen), mælti frá at samtykkja tað. Meirilutin segði eitt nú, at hann ikki metta tað vera rætt at lóggeva, hvørjar tænastur ein privat vinna skal veita sínum viðskiftafólkum og ikki. Meirilutin vísti eisini á, at peningastovnarnir longu eru undir sera strangari lóggávu sum setur sera strong krøv til virksemið.

Minnilutin (Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Henrik Old), helt hinvegin, at stundin er komin at minna bankakervið í Føroyum á ta vælvild, sum Føroya fólk hevur sýnt bankunum í Føroyum og fyri at hava tryggjað, at vit hava eina bankavinnu í Føroyum í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo