Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Síðsta nátt var av teimum friðarligu, sambært døgnrapportini hjá vakthavandi á politistøðini í Havn.

- Nakað av fólki var í býnum, men neyvan so nógv sum vanligt, og alt spældi bara væl av, sigur vakthavandi. Kortini er eitt í rapportini, sum nærum ikki slepst undan, og tað er, at onkur er farin í bil eftir at hava smakkað sær á.

- Vit steðgaðu nøkrum bilum, og í onkrum var tann sum sat aftanfyri rættið ikki heilt edrúur. Í einum føri hevði viðkomandi eisini mist koyrikortið, so har spyrjast tvær skuldsetingar burturúr hjá viðkomandi. Eisini í einum øðrum føri var ein bilur steðgaður, har førarin ikki hevði rætt at koyra bil.

Í Klaksvík og Leirvík hevur vindurin gjørt nakað nógv um seg, og tekjur tóku at ríva. Ein í Klaksvík og heilar tvær í Leirvík.

- Í morgum fingu vit eisini boð um, at ein bátur hevði slitið í Klaksvík, og hann lá og rak úrfyri Norðhavnina. Vit sendu boðini til sjóbjargingarstøðina, og sum eg skilji er Ziska við at fáa bátin sleipaðan uppá pláss, sigur vakthavandi at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo