Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sprotin: Orð og tónar byrjar aftur hóskvøldið 23. februar kl. 20 í Reinsarínum, og tá gera vit ferð úr Gásadali til Kairo saman við Mikkjali á Ryggi og Alaa Al Aswani. Einki kann vera ólikari enn teir báðir heimar, lýstir verða á Orð og tónum hesa ferð.

Annar er okkara heimligi, tann friðarligi, sum Mikkjal so sjaldsama væl lýsir. Heimurin, har tú kanst geva tær stundir at søkka niður í løtur og geva minsta lívsbragdi ans.

Hin er fremmandur og friðleysur og lýsir kynslív, átrúnað, politikk og pengar, vald og máttloysi. Egyptin Alaa Al Aswany tekur okkum á ta ferðina við sær.

Fyrra helvtin hóskvøldið er ognað Mikkjali á Ryggi. Hesin sjaldsama fjølgávaði miðvingurin var abbabeiggi Súsannu, Riu og Hans Tórgarð. Tey trý systkini fara at siga frá manninum og stórverki hansara Fuglabókini við søgum, upplestri og hugleiðinum.

Ólavur Jøkladal og aðrir tónleikarar við solistum fara at spæla nøkur løg, ið Ólavur hevur smíðað til yrkingar hjá Mikkjali.

Eftir steðgin fara vit til Kairo
Alaa al Aswani er egypti, borin í heim í 1957. Við bókini Jákupslon, sum kom út á arabiskum í 2002, gjørdist hann kendur í øllum arabiska heiminum, og eftir at bókin kom út á enskum og øðrum málum, tók allur bókmentaheimurin hann til sín.

Tommy Petersen, sum hevur búð í Kairo, fer at hugleiða um býin, umhvørvið og ójavnan í landinum. Pauli Nielsen, sum týtt hevur bókina, búði í Kairo, meðan hann týddi mestapartin. Pauli greiðir frá bókini, og Tjóðhild Patursson fer at lesa upp.

Skráin er henda:

19:30 Dyrnar lata upp, Fuglabókin, Jákupslon og aðrar nýggjar
bøkur kunnu keypast fyri serprís
20:00 Vælkoma
20:10 Mikkjal – Súsanna, Ria og Hans Tórgarð hugleiða um skyldmannin Mikkjal á Ryggi. Ólavur Jøkladal og onnur spæla løg, smíðað til yrkingar hjá Mikkjali

20:55 Steðgur

21:15 Jákupslon - Tommy Petersen um Egypt og egyptar, Pauli um Aswany, um bókina, og Tjóðhild Patursson lesur brot úr bókini
21:40 Tónleikur

---

Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið Sprotin og Reinsaríið skipa fyri, og sum verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo