Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Teir leggja seinastu hond á fyrireikingarnar í Tórsgøtu. Kør við igulkerum og øðum verða borðin úr Vágsbotni niðan í Tórsgøtu. Í morgin bjóða fyriskipararnir Kári Sørensen, Birgir Enni og Bogi Andreasen øllum til Ein dag á grynnuni.

- Tankin er, at tey vitjandi síggja alla tilgongdina, frá tí at fiskurin kemur heilur upp á land, verður skorin og liggur á grillini. Vit tosaðu um, hvussu fá í dag hava nakað tilknýti til fiskivinnuna. Og soleiðis kom Hugskotið. Vit vildu skapa eitt tiltak, ið sýnir fram tað besta. Fólk sleppa at uppliva øll stigini í tilvirkanini, siga fyriskipararnir.

Tiltakið vant uppá seg, við undirhaldi til børnini og tónleiki, so dagurin gjørdist ein festivalur. Ein rávørufestivalur, ið borðreiðir við tí besta, Føroyar hava at bjóða, og tiltakið var so væleydnað, at har vóru eini fimm ferð fleiri vitjandi enn roknað við.

Umframt smakkiroyndirnar og møguleikan at síggja fiskin verða tilvirkaðan, verður Sjósavnið á staðnum við livandi djórum. Børnini kunnu fiska krabbar, ein gummibátahylur, tónleikur og undirhald í Perluni og Reinsarínum og eitt barnatiltak við Trøllapæturi og Ommuni á torginum í Vágsbotni. Og í ár er fyrsta lið í tilvirkanini lagt afturat. Børnini kunnu fara við foreldrunum umborð á Norðlýsið og vita, hvør fiskar tann longsta ella størsta fiskin.

Dagurin er bæði til barnafamiljurnar, ið kunnu læra, hugna sær og royna seg við kappingum, samstundis sum tey, ið leggja dent á góðar, lokalar rávørur, kunnu smakka heimsins bestu. Kokkar eru á staðnum - bæði skipskokkar og teir navnframu Leif Sørensen, Ruben Busk og Gutti Winther. Og so fer Pontus Elofsson, fyrrverandi víntænari á Noma, at borðreiða við vistfrøðiligum víni aftur við matinum. Virkini, ið lata rávørurnar, eru øll úr Føroyum. Maturin er úr Barentshavinum, av landgrunninum og úr føroysku firðunum.

Ein dagur á grynnuni verður undir Bryggjubakka og niðan eftir Tórsgøtu. Veðrið verður gott, men kortini hava fyriskipararnir lokað størsta partin av tiltakinum inni.

Ein dagur á grynnuni verður leygardagin 7. mai frá kl. 10-17.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo