At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Navnið á útgávuni sum kemur í heyst er Plethora, men 6. juli kemur fyrsta staklagið *Caught Up in a Landslide*.

Útgávan sum kemur í heyst fevnir um 10 sangir, sum Urbanus hevur skrivað, framleitt, miksað og mastrað í studionum hjá sær sjálvum í Klaksvík.

Urbanus hevur nú eftir hondini nøkur ár á baki sum tónleikaframleiðari. Byrjaði fyrst sum 14-15 ára gamal at fáast við elektroniskan tónleik og stutt eftir gjørdu hann og Filip Mortensen bólkin The Ghost, sum bleiv væl móttikin í m.a. Bretlandi og Týsklandi.

Teir góvu fløguna "War Kids" út í 2010.

Síðani tað hevur hann fyri tað mesta gjørt tónleik fyri seg sjálvan, men hevur tó samstarvað eitt sindur sum produsari/mixari fyri ymiskar tónleikarar, har ið millum annað kann nevnast føroyski rap bólkurin Swangah.

Hoyr lagið á Spotify

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo