Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Raninbow Seafood í Havn, sum mest fast við at selja fisk, hevði 2,2 milliónir krónur í vinningi í fjør. Tað skal samanberast við nærum 5 milliónir krónur árið fyri.

Bruttovinningurin minkaði eisini - úr 9,8 mió kr í 2019 til 7,7 mió kr í fjør.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at við ársbyrjan í fjør vóru útlitini góð, men so kom korona og eftirspurningurin eftir fiski minkaði og tí minkaði sølan eisini.

- Verulig gongd kemur neyvan á søluna aftur fyrr enn eisini ferðavinnan og harvið matstovuvinnan koma upp aftur í ferð, so leiðslan arbeiðir støðugt við at tillaga rakstrarútreiðslurnar til broyttu støðuna. Leiðslan væntar, raksturin fyri árið fer at javnviga.

Fíggjarstøðan hjá Rainbow Seafood javnvigaði við stívliga 37 mió kr í fjør, harav var eginognin nærum 18 mió kr.

Rainbow Seafood hevur dóttirfeløg uttanlands, og eigur eisini minnilutapartar í smápartafelagnum Bátafisk á Eiði og partafelagnum Barið í Sørvági. Úrslitið av kapitalpørtum var 775 tkr í fjør í mun til 1,6 mió kr í 2019.

Stjóri í Rainbow Seafood er Regin Mikkelsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo