Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sunda kommuna: Tíðliga í ár setti Sunda kommuna gongd á arbeiðið at víðka um kirkjugarðin í Hósvík, ið er vorðin ov lítil.

Útbyggingin av kirkjugarðinum verður framd í trimum stigum. Fyrsta byggistig varð boðið út í mai mánaði. Tveir arbeiðstakarar bjóðaðu uppá arbeiði og Urtagarðstænastan vann lisitatiónina.

Fyrsta byggistig umfatar góðar 50 gravir, gøtu niðanfyri kirkjuna, gøtu framvið ánni og umlegging av kloakkleiðing.

Sunda kommuna hevur í samráð við Urtagarðstænastuna og ráðgevarar gjørt semju um, at deila fyrsta byggistig upp í 3 økir. Í ár er ætlanin at øki 1 skal gerast liðugt, meðan øki 2 og 3 bíðar til 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo