Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Kringvarpið hevur spælføroysktviku. Og tað átti Kringvarpið at givist við.

Beinanvegin.

Tí tað merkir, at kringvarpið hesa vikuna spælir tey somu løgini nonstop, sum tey annars spæla alt árið av og á.

Sera, sera, sera troyttandi.

Sami playlisti, valdur av somu fólkum, sum hvørja viku alt árið avgera, hvør tónleikur sleppur í “umferð” í almenna public-service stovninum, sum vit øll við pantihóttan mugu gjalda til, men onga ávirkan hava á.

Fyri at fáa eitt lag í útvarpið hjá kringvarpinum skal ein vigast í almennari sending av einum paneli av sjálvútnevndum serfrøðingum.

Tey eru øgiliga klók.

Og tað er ikki lukkuligt at fáa oyruni í teirra maskinu.

Tú kanst fáa sálarligan trega fyri lívstíð.

Hesi avgera saman við einum sokallaðum tónleikasamskipara, sum er uppaftur klókari, hvør tónleikur sleppur í “umferð”, sum tað eitur.

Tað merkir, at tónleikurin hjá hesum hepnu úrvaldu fer í sirkulasjón í útvarpinum og verður regluliga spældur.

Tað mesta av hesum tónleiki líkist.

Tann bera elendigheit.

Trist út um alt mark.

Syrgiligt, køvisligt og dapurt, so syndarligt, at tað bara kann hava sín uppruna í føroyska veðurlagnum.

Tann beri dapurleiki og ógleði í moll.

Men kringvarpið er ikki ráðaleyst.

Fyri at betra um støðuna hava vit nú spælføroysktviku.

Vit, sum hildu, at public-service merkti, at nú var tað publikum, sum slapp at velja løgini, vit fóru sum ikki einaferð skeiv.

Øgiliga skeiv.

Tí tað er gudhjálpiokkum sami samskipari og somu KVF-starvsfólk, ið gera playlistarnar, og tí fáa vit bara meira av somu elendigheit.

Men SO finnur kringvarpið uppá nakað spennandi.

Nú skal publikum pínaaktigheit heilt alvorliga sleppa framat.

Nú skulu vit síggja fólkaræði og sørvis í praksis – tí nú skal kringvarpið geva Føroya fólki loyvi til sjálvi at velja “Ársins Hitt 2019”.

Hetta er public-service tá tað er best.

So snilt er fyriskipað, at tú fert bara inn á heimasíðuna kvf.fo og velir tað lagið, tú heldur, er tað besta.

Ella nei.

Tí eisini her hava kontrollerandi serfrøðingarnir hjá kringvarpinum verið uppá spæl.

Tú kanst júst ikki velja, hvat tú vilt.

Tú kanst bara velja eitt av nøkrum fáum løgum, sum sami tónleikasamskipari hevur valt burturúr størru rúgvuni, sum hann og hansara serfrøðipanel longu hava valt út gjøgnum alt farna árið – altso eitt sindur av tí sama av tí sama.

Her eru altso ongar hillar við fríum vali.

Bara tað sama umaftur.

Tí fer allur tónleikurin hesa vikuna at svara til veðrið farnu vikuna.

Trist.

Kringvarpið átti at skipa fyri eini spælokkurtannaðviku.

Ella fleiri tílíkum vikum.

Eini viku, har onki varð spælt, sum er spælt áður – so hevði publikum kanska funnið útav, at útgávurnar hjá teimum flestu innihalda nógv góð løg, sum kringvarpið ongantíð hevur spælt.

Tí tey komu ongantíð í “umferð”.

Kringvarpið kundi skipað fyri eini viku, har lurtarin valdi allan playlistan, treytað av, at løgini ikki vóru spæld í KvF seinastu fimm árini.

Ella 10.

Á teir dýrgripir, tá høvdu komið undan kavi.

Serfrøðipanelið hevði heilt vist fingið totalt fnatt.

Men tey trongja til feriu.

Helst permanenta.

Tað hevði verið gott public-service.

Og nógv stuttligari.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo