Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Spenningurin ímillum eystur og vestur á markinum ímillum Ukraina og Russland hevur ongantíð verið størri, tað metir USA sum heldur, at eitt russiskt álop nú kann koma hvørja løtu.

Hvítarussland og Russland hava felags hernaðarvenjingar í Hvítarusslandi, men USA ivast ikki í, at tað er meira enn bara venjingar, tí talið á herfólki er so stórt, og stúrt verður eisini fyri, at Russland fer at seta upp kjarnorkuvápn í Hvítarusslandi.

Jen Psaki, sum er pressutalsmaður í Hvítu Húsunum í Washington sigur, at USA vil hava frið men fyrireikar seg til tað ringasta.

- USA fer at veita Ukraina størri hernaðarstuðul um so er, at Russland ikki gevst við dubbingini, segði hann á tíðindafundi í gjár.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, skal fríggjadagin hitta russiska starvsbróðurin Sergej Lavrov í Geneve.

Russland heldur fast við, at landið ongar ætlanir hevur um at ger innrás í Ukraina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo