Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fregnartænastukeldur hjá USA ávara í morgum um, at enn eitt álop á floghavnina í afganska høvuðsstaðnum Kabul er ávegis, og at tað kann henda hvørja løtu.

Amerikanskir statsborgarar, sum bíða eftir at verða fluttir burtur, eru bidnir um at fara úr floghavnini alt fyri eitt.

Hósdagin rakti eitt álop, sum ein grein av yvirgangsfelagsskapinum IS stóð fyri, floghavnina og yvir 100 fólk lótu lív, teirra millum vóru fleiri amerikanskir hermenn.

Joe Biden, forseti, sigur seg hava givið herinum loyvi til at brúka "øll neyðug vápn" til tess at verja tey sum framvegis eru fangað í floghavnini, tí tey bíða eftir flogførunum, sum ikki fáa sett seg, vegna ótryggu støðuna.

Hóast fleiri lond, teirra millum Danmark, eru liðug ella givin við at flyta fólk burtur, so eru framvegis yvir 1000 vanlig fólk í floghavnini.

Í gjár vórðu tveir týðandi IS limir dripnir í dronuálopi, sum USA framdi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo