USA biður nú sínar ríkisborgarar fara úr Hvítarusslandi.
Orsøkin er at nógvir russiskir hermenn nú standa á markinum ímillum tað russiskt vinarligt sinnaða Hvítarussland og Ukraina, sum Russland hóttir við at leypa á, um landið verður innlimað í Nato.
Amerikanska uttanríkisráðið sigur í eini fráboðan, at amerikanskir ríkisborgarar skulu fara úr Hvítarusslandi alt fyri eitt. Samstundis verður frárátt amerikanskum ríkisborgarum at fara til Moldova. USA hevur áður tikið alt starvsfólkið á sendistovunum heim.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo