Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tíðindastovan Ritzau skrivar, at eitt russiskt farmaflogfar við 60 tonsum av verndarútgerð og heiligvági at brúka í stríðnum ímóti korona, í gjár lendi í JFK floghavini í New York.

 

Avtalan um neyðhjálpina kom í lag í eini telefonsamrøðu ímillum amerikanska forsetan, Donald Trump, og russiska starvsbróðurin, Vladimir Putin, verður sagt.

 

- Trump tók í takksemi ímóti tilboðnum frá okkum um humanitera neyðhjálp, sigur ein talsmaður fyri Kreml við russisku tíðindastovuna Interfax, skrivar Ritzau.

 

Avtalan um russiska neyðhjálp hevur vakt ans í USA, ikki minst tí, tað vanliga er USA sum sendir øðrum londum neyðhjálp.

 

USA er í stórum trupulleikum at korona smittuni. Har eru yvir 200.000 smittað og yvir 4.500 deyð. Í Russlandi eru 2.300 sjúk og 17 deyð. Men fleiri vesturlendskir læknar hava sagt, at russisku tølini helst skulu takast við einum ávísum fyrivarni.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo