Fyri fyrstu ferð í nærum 20 ár er nýggjur heilivágur móti Alzheimers góðkendur til nýtslu í USA.
Tað hendur hóast ávaringar frá óheftum serfrøðingum.
Heilivágeftirlitið í USA, FDA, heldur hetta vera einasta heilivág sum hjálpur móti sjálvari sjúkuni, skrivar VG.
Heilivágurin er framleiddur av amerikanska Biogen og japanska Eisai co., og er umstríddur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo